Nýggir og væl hildnir leigubilar

Summarið er hásesong hjá teimum sum leiga bilar út. Ein av stóru bilaútleigarunum er ”62ºN car rental”. Vit leggja stóran dent á at hava nýggjar og væl hildnar bilar, sigur Brian V. Poulsen, sum hevur ábyrgd av leigubilunum

Í dag eru tað fleiri fyritøkur, sum bjóða seg fram við bilaútleigan í Føroyum, og ein ávís kapping er millum hesar fyritøkur. Ein av stóru bilaútleigarunum er fyritøkan “62ºN car rental“, sum umboðar Hertz, Europcar og Sixt í Føroyum. Talan er um útleigan av bilum í Føroyum og í útlandinum.


Fyritøkan hevur 40 leigubilar, sum eru nýggir og sera væl hildnir. Í miðal eru teir 11 mánaðir gamlir. Átta av bilunum eru spildurnýggir. ”62ºN car rental” hevur leigubilar bæði á Flogvøllinum í Vágum og á høvuðsskrivstovuni í Gundadali í Havn.


Talan er um bilar í nógvum ymiskum støddum sum t.d. Mazda 2, Mazda 3, Mazda 5, Mazda 6, Peugeot 207, Peogeot 307, Nissan Quasqai og Mitsubishi Outlander. 


Vit kunnu bjóða okkum fram til fyritøkur og almennar stovnar í sambandi við vitjanir, konsertir og onnur størri tiltøk við fleiri eins bilum, sigur stjórin í ”62ºN car rental”, Kent Christensen, sum leggur afturat, at fyrra hálvár í ár hava vit havt eina framgongd upp á heili 14 prosent, og tað sær gott út fyri summarið.


”62ºN” eitt samtak við nógvum virksemi. Fyritøkan rekur ferðaskrivstovu, flogferðasølu, kafeteria, handling, bilaútleigan og Hotel Vágar. 60 fólk starvast hjá ”62ºN” samtakinum. Brian V. Poulsen hevur ábyrgdina av leigubilunum.