Nýggj bók hjá Birgari Johannessen

Týsdagin 6. desember verður nýggj bók hjá Birgari Johannessen løgd fram í

Miðlahúsinum í Tórsgøtu í Havn.

Talan er um bókina "TÓRSHAVN býur- og býarbørn 1906-1910", sum snýr seg um tey 279 fólkini, 129 gentur og 150 dreingir, sum vórðu fødd í Havn hetta tíðarskeiði.

Bókin, sum er um 300 síður, er framhald av bókunum "TÓRSHAVN býur- og býarbørn 1900" og "TÓRSHAVN býur- og býarbørn 1901-1905", sum vórðu útgivnar í fjør.

Bókin staðfestir samleikan hjá hesum fólkum - teirra æviskeið og lívsgerning við einstaklingamynd, har tað hevur borið til at útvegað tær. Talan er um føroyingar, okkara medborgarar, nær og hvar og hvussu teirra lívsumstøður háttaðu seg.

Við hesum bókunum er Havnin helst einasti býur í heiminum, sum kann vísa á lívsskeiðið hjá hvørjum einstøkum borgara í hesum tíðarskeiðinum. Perman er prýdd við málningi, sum Jógvan Waagstein málaði úr heimi sínum við Hoyvíksvegin.

Bókin verður løgd fram og signerað í Miðlahúsinum týsdagin millum kl. 16-19, har til ber at keypa fleiri bøkur sum ein samlaðan pakka.