Nýggj barnabók

Sleppi eg til himmals við báti, ella kann eg koyra við bili? Fái eg eitt kamar, sum eg skal eiga sjálvur? Hetta eru bara nakrir av spurningunum, sum verða settir í bókini, Himmalin, sum Heimamissiónsfelagið, HMF, gevur út í næstum

Talan er um ein lítla barnabók úr røðini Smáar Signingar, haðani vit longu kenna bøkurnar, Bíblia teirra smáu og Bønir teirra smáu. Bókin viðger spurningar, sum børn av og á kunnu spyrja. Fyrst verða nakrir spurningar settir, og oftast eru teir júst eftir barnasinninum, til dømis: Er nakar djóragarður í himlinum? Síðan verða spurningarnir svaraðir heilt stutt, og aftast eru bíbliuávísingar til foreldrini at vísa børnunum á, tá tey seta spurningar.
Bókin er prýdd við sera fittum myndum av børnum, sum spæla saman. Myndirnar hevur tann kenda listakvinnan, Elena Kucharik teknað. Hon hevur eisini teknað myndirnar til Bíblia teirra smáu og Bønir teirra smáu. Kathleen Long Bostrom hevur skrivað, og Simona Johannesen hevur týtt bókina til føroyskt. Hon fæst til keyps frá Heimamissiónsforlagnum í Nesvík og á heimasíðuni hjá forlagnum: www.mission.fo/hmf.
Bókin kostar 79 krónur. Himmalin er ein sera fitt og prýðilig bók, sum er eitt væl egnað føðingardags- ella jólagávuuppskot til tey smærru.