Arbeiðið við at gera nýtt bilhús er farið í gongd, og menn hava fylt teir fyrstu formarnar við betongi. Bilhúsið verður eini 200 fermetrar til víddar. Samstundis sum nýtt bilhús verður bygt, fáa sjúkrabilarnir eisini nýggja útkoyring.
Alt hetta fer at lætta um arbeiðið hjá portørunum á Landssjúkrahúsinum. Nú koma sjúkrabilarnir beint út á høvuðsvegin á Frælsinum. Fyrr skuldu bilarnir fyrst afturum bygningin hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum, áðrenn ferð kundi setast á sjúkrabilin á høvuðsvegnum. Henda útkoyringin var eisini nakað smøl, tá talan er um bráfeingis sjúkraflutning.
Fyrimunurin er eisini, at áður komu sjúkrabilarnir út á Frælsið miðskeiðis í brekkuni, og tað kann vera keðiligt í hálku. Har útkoyringin er nú, er vegurin slættur.
Farið varð undir arbeiðið fyri stuttum, og ætlanin er, at tað skal vera liðugt áðrenn jóltíðir. Peningur varð annars játtaður í fjør, men arbeiðið byrjaði ikki fyrr enn nú eftir summarfrítíðina.
Sjúkrabilarnir hava staðið niðast í Almanna- og Heilsumálastýrinum, men tað er nú innrættað, og sjúkrabilarnir fáa sítt egna hús at standa í.
Nógvir bilar hava altíð staðið á økinum, har sjúkrabilarnir hava staðið parkeraðir, tí hetta hevur verið parkeringsøki hjá øllum teimum, sum hava havt sína dagligu gongd í bygninginum hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum.
Privatbilar hjá fólki skulu framvegis koyra inn aftanfyri, um tey ætla at seta bilin har, tí alt er lagt soleiðis til rættis, at eingin gjøgnumkoyring verður, har sjúkrabilarnir standa. Bilhúsið verður bygt út ímóti vegnum.
Allir sjúkrabilarnir skulu nú standa inni í bilhúsinum, so portørarnir sleppa frá at leita eftir nøkrum av bilunum undir kavanum, tá hann fellur um oyggjarnar.