Nýggj brúgv um Fossá

Fyrst í komandi ári er ætlanin at fara undir gerð av nýggjari brúgv um Fossá, ið liggur millum Langasand og Haldórsvík.

Prosjekteringin av ætlanini er í løtuni í gongd, og er ætlanin at hetta arbeiðið skal verða liðugt í desember mánaði í ár. Tað er Landsverk sum er byggiharri, meðan HMP Consult virka sum tekniskir ráðgevarar.
Ætlanin er síðani at arbeiðið skal bjóðast út fyrst í komandi ári.