Minnilutasamgongan hevur nú tryggjað sær parlamentariskt støði við tí semju, sum í gjár var gjørd millum landsstýrisflokkarnar og Sjálvstýrisflokkin, ið verður samstarvsflokkur hjá landstýrissamgonguni. Landsstýrið yvirlivir sostatt sum minnilutastjórn og so er spurningurin, hvønn politikk henda fyrsta minnilutastjórn fer at reka. Almenna fráboðanin gevur lítið ítøkiligt svar, men nakrar ábendingar eru og leggja vit hesar saman við teimum viðmerkingum, sum floksformenninir høvdu, fæst hóming av politikkinum.
Samgongan hevur fingið grønt ljós at at fremja tann politikk, sum er fastlagdur við CHE samgonguskjalinum. Hinvegin fevnir semjan ikki um tey samgongumál, sum longu eru farin á tingborð. Vandamálið í hesum bólki er fiskivinnupolitikkurin, har Sjálvstýrisflokkurin er ósamdur við samgonguna. Hetta mál kemur tó ikki at órógva samstarvið, tí stuðulsflokkurin her stendur fríur. Hvat, ið fer at henda við øðrum stórum málum, har semja ikki er, t.d. tunnilsmálið, er óvist. Gerhard er heilt úti, og Páll var í tíðindasending sjónvarpsins so spakur, at hetta mál neyvan kemur til lívs aftur, fyrr enn vit nærkast vali. Sostatt er tunnilsmálið neyvan nakar parlamentariskur trupulleiki hjá minnilutastjórnini.
Aðrar áhugaverdar politiskar ábendingar eru í fráboðanini. Løgmaður tryggjar sær at kunna fara aðrar vegir í málum, har samstarvsflokkurin ikki er við, samstundis sum dyrnar standa opnar fyri hesum flokki at koma upp í samgonguna. Her verða eisini skitseraðar nakrar mannagongdir, ið skulu tryggja felags kós í heilt nýggjari politiskari støðu. Hetta merkir eitt nú, at løgtingsnevndirnar verða valdar av nýggjum og at Sjálvstýrisflokkurin kemur upp í samráðingarnar um fíggjarlógina 2009, og floksins ynski um stjórnarskipanarnevnd á tingi eftirlíkað. Flokkurin fær sostatt gott høvi at seta síni merki á politikkin hjá samgonguni. Sambært formann Sjálvstýrisfloksins verður dentur lagdur á bleytu virðini, vælferð, gransking, útbúgving og mentan. Sama søgdu allir flokkar í valstríðnum, men lítið sást eftirfylgjandi til hesi lyfti. Eydnast tað nú Sjálvstýrisflokkinum at fáa hesi mál á politisku dagsskránna, fer hetta at styrkja flokkin munandi.
Samantikið er nýggja politiska kontruktiónin ein áhugaverd politisk roynd, ið eigur at fáa ein møguleika. Avbjóðingar eru fyri framman, sum sambært stjórnargrundarlagnum fevna um stórar samfelagsbroytingar. Hetta merkir tungar avgerðir, ið koma at ávirka allar føroyingar. Tíðin fer at vísa, um konstruktiónin hevur styrkina til at bera henda politikk – hvørt talan er um eina nýggja byrjan, ella um byrjan til endan á sitandi minnilutasamgongu. Samstarvsflokkurin hevur í hesum føri stóra ábyrgd, men ábyrgdin er ikki Sjálvstýrisfloksins eina. Næstu mánaðirnar fæst at síggja, um Føroya fyrsta minnilutasamgonga er lívfør – útlitini eru ikki heilt av leið.