Í kvøld letur upp nýggj og serstøk café í Vági.
Hetta hendir í hølunum, ið fyri brátt mongum árum síðani vóru biografur, og sum seinnu árini hava hýst handlinum hjá Sirri.
Nú eru nýggj fólk í húsunum. Tað eru menninir handan felagið Outdoor, ið bjóðar ferðandi til Suðuroyar at uppliva náttúruna, um talan so er við báti, til gongu, ella um klintra verður, ella hvat hugurin nú stendur til.
Í stóran mun er ætlanin, at café hølini eru eitt stað, ið felagið arbeiðir út frá, umframt at til ber at seta seg inn eina løtu at njóta eitthvørt.
Síðstu vikurnar hevur verið arbeitt dag sum nátt, og nú standa café hølini liðug: hugnalig og í serstøkum stíli. Latið verður upp í kvøld klokkan 19.00.