Í 2010 kom Okkara Sangbók til iPhone út á fyrsta sinni. Appin var millum fyrstu føroysku appirnar. Móttøkan var sera góð, og túsundtals føroyingar hava ognað sær bókina. Sangbókin inniheldur nógvar føroyskar og útlendskar sangskattir. Appin hevur ikki verið dagførd síðan 2010 og hevur tí verið óvirkin til nýggjastu útgávurnar av IOS-stýriskipanini til fartelefonir hjá Apple. Nú er so nýggj dagførd útgáva tøk. Kostnaðurin er kr. 35,- Tey, sum hava ognað sær útgávuna fyrr, kunnu dagføra uttan kostnað. Á appini ber til at goyma yndissangir og síggja akkordir til sangirnar.