Nýggjur fíggingarmøguleiki hevur viðført ein munandi øktan eftirspurning eftir íbúðum á Heimasta Horni.
Í góðar tvær vikur hava meklarafyritøkan Skyn og Banknordik havt eitt nýtt tilboð til teirra, sum hava áhuga í at keypa eina íbúð á Heimasta Horni. Tað er nevnliga møguleiki at keypa við tvey ára iðrunarrætti, og eisini ber til at laga handilin soleiðis, at keypið er 100% lánsfíggjað.
Jón Simonsen, stjóri á Skyn, sigur, at tey hava selt 14 íbúðir, síðani nýggja tilboðið kom á marknaðin. Hetta er ein munandi øking, tí samlaða talið av seldum íbúðum er nú 33.
- Tað eru nøkur, sum halda, at hetta kann sammetast við at leiga íbúðirnar í tvey ár, men soleiðis er kortini ikki. Skalt tú keypa, so skalt tú enn sum áður kredittmetast av bankanum. Og tinglýsing v.m. fer eisini fram sum vant. Men tað er nýtt, at tú nú kanst iðra keypið í upp til tvey ár, og krøvini til eginfígging eru ikki eins stór við hesum møguleikanum, sum tey annars eru, sigur Jón Simonsen.
- Um tað einvíst er nýggi fíggingarmøguleikin, skal eg ikki siga. Men vit kunnu í øllum førum staðfesta, at vit hava uppligað ein øktan eftirspurning eftir íbúðum á Heimasta Horni hesa seinastu tíðina, sigur stjórin á Skyn.
Heimasta Horn telur íalt 96 íbúðir, sum eru bygdar í trimum ymiskum sniðum.