Tað hevur leingi verið arbeitt fyri at seta á stovn eina føroyska sendistovu í Fjareystri. Í kvøld boðar Uttanríkismálaráðið so frá, at nýggj sendistova verður sett á stovn í Beijing í Kina frá 1. august 2019.
Í hesum sambandi er Sigmundur Ísfeld tilnevndur sum sendimaður á nýggju føroysku sendistovuni, sum skal røkja føroysk áhugamál í Fjareystri.
Sigmundur Ísfeld er 53 ára gamal, og útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá universitetinum í Bergen. Sigmundur Ísfeld hevur drúgvar royndir í føroysku fyrisitingini og við uttanlandsmálum. Hann arbeiddi sum fulltrúi i í Vinnumálaráðnum í árunum 1996 til 1998, tá hann fekk starv í uttanríkistænastuni, har hann hevur arbeitt síðani.
##med2##
Í árunum 2005 – 2008 var Sigmundur Ísfeld sendimaður Føroya í London. Síðani 2012 hevur hann verið sendimaður í Keypmannahavn; tey tvey seinastu árini við starvstaði í Føroyum, har Sigmundur Ísfeld samstundis hevur staðið fyri arbeiðinum at virka fyri at fáa handilsavtalur við lond í fjareystri.
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið boðar eisini frá, at nýtt sendifólk í Keypmannahavn verður tilnevnt í næstum.