Nýggj fótbóltssíða

Fótbóltssamband Føroya hevur nú gjørt nýggju heimasíðu sína lidna. Talan er um eina heilt nýggja síðu, sum við undantakið av FSF-búmerkinum ikki tykist hava nakað til felags við gomlu síðuna.
Eitt nú verða tíðindi innan føroyska fótbóltsheimin regluliga løgd á netið, eins og øll rundskriv viðvíkjandi landsliðsúttøkum, dómarayvirlitum, lógarkrøvum v.m. verða løgd út.
Snøgt sagt er talan um eina síðu, sum inniheldur tað mesta av tí faktuella, sum tørvur er á at vita innan føroyskan fótbólt.
Síðan sæst á slóðini, football.fo