Nýggj flutningsleið í Klaksvík

Erling Eysturoy, bilførari, er nú farin undir nýggja flutningsleið ímillum Havnina og Klaksvík, ið hann hevur nevnt Klaksvíksleiðin. Frammanundan rekur hann Eysturoyarleiðina

Ofta hevur verið ført fram í Klaksvík, at tað er kann vera trupult at fáa vørur norður úr Havnini. Ella í øllum førum kann tað taka sína tíð, um ein ikki nýtir Strandferðsluna. Tí flestu fyritøkur, sum flyta til Klaksvíkar hava flutning einaferð um vikuna. Men framyvir verður ein nýggjur møguleiki til at fáa vørur og annað flutt millum Havnina og Klaksvík. Erling Eysturoy, bilførari, sum í fleiri ár hevur rikið hurð til hurð flutningstænastuna millum Eysturoynna og Havnina, hevur nú víðkað sína tænastu til at fevna um Klaksvík og Havnina eisini.
Hendan sokallaða hurð til hurðtænastan virkar á tann hátt, at Erling sjálvur heintar vørur frá sendaranum á tí eina staðnum og letur hana til bústaðin hjá móttakaranum í hinum endanum.
Tænasturnar hjá Erlingi eru serliga vælegnaðar til smærri og størri sendingar hjá fyritøkum úr einum staði í annan. Erling sjálvur er bjartskygdur um, hvussu hendan nýggjan tænastan fer at verða móttikin í Klaksvík.
Sum dømi kann nevnast at skip og vinnuvirki í Klaksvík ofta hava tørv á at fáa vørur og eykalutir úr Eystur- og Streymoynni hvønn dag, og tað fer at bera til framyvir.
Allar yrkadagar fer Klaksvíksleiðin úr Havnini klokkan 11 fyrrapart, og vøran kemur til Klaksvíkar beint eftir døgurða sama dag.
Viðskiftafólk kunnu til eina og hvørja tíð ringja til Klaksvíks ella Eysturoyarleiðina á fartelefon 215045, har nærri fæst at vita um evstamark fyri heintan av vøru á teim ymisku bygdunum.
? Prísirnir á Klaksvíksleiðini er sera kappingarførur í prísi, sigur Erling Eysturoy.