Vinnumál
Tað er vorðið ov trongt í verandi handilsbygningi hjá P/F Klement Petersen í Saltangará, og ikki er gjørligt at byggja út á staðnum. Tí verður farið á ídnaðarøkið á Rituvíkarhálsi at byggja eina goymsluhøll.
Símun Mittún, stjóri í P/F Klement Petersen, sigur, at talan er um eina goymsluhøll í tveimum hæddum, sum hvør verður 1.000 fermetrar til víddar. Hann er einki fyri at nevna nakran prís soleiðis, men sum skilst á honum, verður hann helst meira enn tvær milliónir krónur.
Byrjað verður at reisa høllina í næstu viku, væntar Símun Mittún, og er so ætlanin at klárt skal vera at flyta inn einaferð í summar.
Í fyrsta umfari verður høllin bara innilokað og bjálvað, so hon kann brúkast til goymslu.
Handilin fer framvegis at halda til í verandi bygningi í Saltangará, sigur Símun Mittún, Men hann útilokar als ikki møguleikanum fyri, at alt virksemið verður flutt yvir á Háls einaferð í framtíðini.
?Tað er ikki so langt hjá okkara kundum at koyra eina tríggjar kilometrar aftrat, heldur hann og sipar til, at fólk, sum fara at keypa køk ella hvítvørur koma oftast í bili og mangan langvegis frá kortini.
Og at handilin eisini verður fluttur kundi okkurt bent á. Símun Mittún sigur, at P/F Klement Petersen hevur játtan upp á at sleppa at byggja eina høll aftrat á ídnaðarøkinum á Rituvíkarhálsi. Men tað verður so ikki beinanveg, sum hann tekur til.
P/F Klement Petersen er ikki einasta fyritøkan, sum ætlandi fer at byggja á ídnaðarøkinum. Av kommunuskrivstovuni verður sagt, at ein vvs fyritøka hevur ætlanir um at byggja har, eins og eini tvey grundstykki eru løgd av til smærri bygningar eisini.
Annars eru góðir møguleikar fyri víðkan av ídnaðarøkinum. Kommunan eigur stórt øki suður frá tí verandi, sum skjótt er at gera klárt.