Nú er Casablanca ein av vakrastu matstovum í landinum. Ein italiensk matstova, har italienska køkslistin er í hásæti og fevnir um pizza, pasta ella fiskarættir, so sum svørðfisk úr Italiu
Spákar ein sær í dag framvið Casablanca í Tórsgøtu í Havn, so er navnið tað sama, men virksemið fevnir ikki longur um náttklubba, men um eina snøgga matstovu í italienskum stíli.
Svørðfiskur
Matstovan hevur verið opin nú í eina viku. Og hølini eru av teimum snøggastu og italienska køkslistin er í hásæti. Italienskir rættir er á matarseðlinum. Rættir, sum vit kenna: pizza og pasta. Men eisini eru t.d. fiskarættir á matarseðlinum og nevnast kann, at til ber at keypa sær nakað so forkunnugt, sum svørðfisk, ið kemur beinleiðis úr Italiu.
Matarseðilin er fjølbroyttur og væl liggur eisini fyri hjá familjum at vitja, tí eisini barnamenu er at fáa.
Í nýggju italiensku matstovuni í Casablanca er rúm fyri eini 60 gestum og hugnaligt er inni. T.d. setir opin køkur dám á.
Fjølbroytt virksemi
Hurðarnar lótu upp mikudagin fyri viku síðani, sigur ein av royndastu monnunum innan matstovutænastu í Føroyum, Dánjal Mariusarson, ið hevur dagligu leiðsluna á nýggju matstovuni. Hann hevur góðar vónir, og metir, at tað hevur eydnast at innrættað eina sera hugnaliga matstovu, ið telist millum tær vakrastu í landinum.
Virksemið er nógv og ymiskt undir somu tekju. Nú ber til at eta búff, ella okkurt meira tann vegin, í Rio Bravo, til ber at eta italienskt í Casablanca og café tilboð er í caféini, ið nevnist Manhattan.
Alt hetta er undir somu tekju og hevur verið ein støðug menning, síðani Rio Bravo byrjaði fyri eini 10-12 árum síðani. Nýggjasta tilboðið í høvuðsstaðnum er møguleikin fyri at fara út á italienska matstovu at hugna sær.