Nýggj kantata verður at hoyra á ólavsøku

Tíðindaskriv

Pauli í Sandagerðir og Gunnar Hoydal hava gjørt nýggja kantatu, sum verður at hoyra á ólavsøku. Kórsamband Føroya bjóðar nú til fyrstu venjing til ólavsøkusangin sunnudagin
Til 900 ára ólavsøkuhátíðina 1930 skrivaðu teir báðir Jógvan Waagstein og Edvard Mitens eina kantatu at heiðra minnið um Ólav kong hin Heilaga, sum fall á Stiklastøðum 29. juli 1030. Hendan Ólavsøkukantatan hevur síðan, við onkrum sliti innímillum, meira enn nakað sett dám á hátíðarløtuna ólavsøkudag í sambandi við skrúðgonguna úr kirkjuni og niðan í Tinghúsið.
Til ólavsøkuna ár 2000 fekk Kórsamband Føroya, sum nú skipar fyri hesum fasta tátti í ólavsøkuhaldinum, tað hugskot at bjóða til kappingar um nýggja, alternativa ólavsøkukantatu. Vinnarakantaturnar nr. 1, 2 og 3 vórðu framførdar hvør eftir aðra tey fylgjandi árini 2000, 2001 og 2002.
Í fjør var gamla kantatan aftur á skránni; men til ólavsøkukórsangin í ár verður enn ein nýggj kanata at hoyra. Tað eru teir báðir listamenninir Pauli í Sandagerði og Gunnar Hoydal, sum nú hava fullført eina ætlan, sum tá eisini var upp á tal. Nýggja kantatan, sum hevur heitið Vindar, er fyri blandað kór við nakað av solosangi - tenor og sopran. Forvitnisligt við hesari kantatu er m. a. tað, at kórsangurin fær fylgispæl av einari trompet og einari trombon.
Fyrsta venjingin til ólavsøkusangin í ár, har øll eru vælkomin at vera við, verður í Kommuskúlaskálanum nú komandi sunnudag 4. juli kl. 15 - 18, og sangarar, sum ætla at syngja við á ólavsøku, verða bidnir um at møta.