Nýggj kappingarlóg ávegis

Arbeiðið at smíða nýggja kappingarlóg hevur gingið væl, upplýsis Brúkarasamtakið, sum saman við vinnuni, kappingarráðnum og Vinnumálaráðnum hevur arbeitt við uppskotinum Í tíðindaskrivi sigur formaðurin fyri brúkarasamtakið, Petur í Gong, semja er um flestu lutirnar í nýggju lógini.

Tó vil Brúkarasamtakið eisini hava, at tað skal bera til at stevna kollektivt. Hetta tí Brúkarasamtakið tá kann senda inn stevning vegna nógvar keyparar av eini vøru, heldur enn at hesir hvør í sínum lagi skulu stevna. Nakað sum í dag ber við sær, at stevningar frá brúkarum eru sera sjáldsamar.

Hartil hevur Brúkarasamtakið eisini áhuga í, at almenni innkeypspolitikkurin umframt kappingaratlit eisini tekur atlit til brúkaran. Tað vil siga, at tað almenna í innkeypspolitikki sínum skal slóða fyri vistfrøðiligum vørum, svan- ella ES-blómu-merktum vørum, FSC-merktum timbri, varandi orku við meira.

Í tíðindaskrivinum verður at enda sagt, at Brúkarasamtakið er sannført um, at nýggja lóggávan fer at skapa eina meira virkna kapping, har umsitingin av lóggávuni verður vunninn fleirfalt aftur.