Norðurkorea ger nú greitt, at landið ætlar sær ikki at tosa við suðurkoreanar ella japanar um kreppuna við kjarnorkuverkætlanini, men at landið einans vil tosa við USA um málið. Tí noyddist ein suðurkoreanskur sendimaður so nakkalangur heimaftur, tá hann í vikuni kom til Pyongyang at royna at finna eina loysn á kreppuni. Við sær fekk hann eitt bræv frá norðurkoreansku stjórnini - ikki til stjórnina í Seoul, men til amerikansku stjórnina.
Samstundis er Norðurkorea farið at seta USA nýggj krøv. Í gjár boðaði stjórnin frá, at hon vil hava USA at taka øll síni kjarnorkuvápn úr Suðurkorea. Norðurkoreanska stjórnin sigur, at amerikanarar hava gjørt Suðurkorea til eina av teimum størstu vápnagoymslunum í Fjareystri, og at har eru meiri enn 1.000 amerikanskar kjarnorkuløðingar.
Samstundis eru fleiri tekin um, at viðurskiftini millum Norðurkorea og grannalondini versna. Í hesum føri er ikki bert talan um Suðurkorea, men eisini um Kina og Japan. Serliga í Japan hevur kreppan við Norðurkorea vakt ans, og tað hevur ikki bøtt um støðuna, at japansku myndugleikarnir siga seg hava avdúkað eitt norðurkoreanskt njósnarakervi.
Norðurkoreanar eru eisini misnøgdir við, at Kina hevur latið fólk, sum eru flýdd úr Norðurkorea, sleppa til Japan, har tey síðani hava fingið friðskjól.