Enn er henda kunngerðin ikki sett í gildi, men tá hon verður tað um stutta tíð, so kann ein tílík skipan verða sett í verk.
Landsstýrið kann nevniliga gera av, at tá eitt koyrikort verður tikið á fyrsta sinni, verður tað útgivið við upp til tvey ára gildistíð.
Sagt verður, at áðrenn gildistíðin er farin skal eigarin fáa eykalæru og taka nýggja roynd í serstøkum førleika í akstri. Hetta verður gjørt sum ein treyt fyri at eigarin kann hava koyrikortið til sín sjúti ára dag.
Í hesum sambandi setir landsstyrið eisini reglur fyri eykalæruna og fyri royndina. Reglur skulu eisini setast fyri avleiðingunum av, um læran og royndin ikki eru tiknar áðrenn gildistíðin er úti.
Kunngerðin til hesa løgtingslógina er á veg, og verður hon væntandi sett í gildi um ein mánað ella so, verður upplýst úr Vinnumálaráðnum.
Endamálið við hesum er sjálvandi at gera okkara koyrikort so eins teimum í øðrum londum, t.d. í ES, soleiðis at føroyingar ikki skulu fáa trupulleikar við ferðsluløgregluni í hesum londum ella um teir ynskja at leiga sær ein bil.
Upplýst verður at ein allatíðina fylgir væl við, hvat hendir innan ferðsluøkið í ES. Og verða broytingar framdar har, so verður tað málið eisini tikið upp til umrøðu her á landi.
Tríggjar treytir
Kunngerðin snýr seg ikki bert um koyrikort, men koyrikortini er ein partur av hesi umfatandi lógarkunngerðini um ferðslu, sum seinast varð broytt við løgtingslóg nrr. 65 frá 17. mai í ár.
Tá talan er um koyrikort til motorakfør sigur lógin hetta:
Skalt tú taka koyrikort í Føroyum so krevur tú at uppfylla tríggjar treytir eftir nýggju kunngerðini.
Tann fyrsta er, at tú skalt verða fyltur 18 ár. Í øðrum lagi verður kravt, at ein hevur nóg góð eygu og oyru, og annars hevur neyðugan andligan og likamligan førleika.
Og í triðja lagi verður sagt, at persónurin við eini roynd skal prógva, at hann hevur tørvandi dugnaskap í akstri og neyðugan kunnleika til akfarið og viðferð tess og til ferðslureglarnar.
Til 70 ár
Í kunngerðini er eisini eitt punkt um gildi hjá koyrikorti.
Her verður sligið fast, at koyrikortið hevur gildi til eigarin hevur fylt 70 ár. Hinvegin so kann gevast styttri gildistíð fyri ávís sløg av akførum.
Landsstýrið setir reglur um gildistíðina hjá koyrikortum, ið eru latin persónum sum hava fylt 70 ár. Og sagt verður eisini, at landsstýrið kann skipa fyri, at gildistíðin fyri hesar persónar kann gerast styttri.
Tá ið gildistíðin er úti, kann koyrikortið verða endurnýggjað um eigari lýkur treytirnar. Myndugleikin sum gevur út koyrikortini kann her gera av, um nýggj roynd skal verða tikin. Og her kann so landsstýrið seta reglur um nýggja royndartøku.
Sligið verður eisini fast, at landsstýrið ásetur reglur um umbýti av koyrikorti.