Hósdagin 25. mars 2004 var aðalfundur í Føroya Banka.
Í samband við aðalfundin fóru Jákup Jaocbsen og Magnhild H. Andreasen (starvsfólkaumboð) úr nevnd bankans.
Aðalfundurin valdi Jóhannus Egholm Hansen, advokat, Keypmannahavn, sum nýggjan lim í nevndina, og Sigmar Jacobsen, fulltrúi, Argir, kom inn sum nýtt starvsfólkaumboð í nevndina.
Nevnd bankans er eftir hetta mannað av Høgna Hansen, Jóhannus Egholm Hansen, Rúna M. Hansen, Jóhan Pálli Joensen, Jógvani Jespersen, Johan Elkjær Hansen og Sigmari Jacobsen.
Nevndin hevur skipað seg við Jóhan Pálli Joensen sum formanni og Rúna M. Hansen sum næstformanni.