Róðrafelagið Knørrur hevur havt aðalfund, har nýggj nevnd varð vald. Tríggjar útskiftingar eru gjørdar í nevndini hjá róðrafelagnum úr høvuðsstaðnum. Elsa Klein Olsen, Maybritt við Strond og Rúni Joensen eru farin frá, og í teirra stað eru komin Hálvdan Dalsgaard, Unn Sørinardóttir og Sjúrður Gullbein.
Nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin og hevur valt at skipa seg við Bárði Skorheim Guttesen sum formanni. Næstformaður er Sjúrður Gullbein, kassameistari er Sámal Kristiansson, skrivari er Unn Sørinardóttir, nevndarlimur er Hálvdan Dalsgaard og tiltakslimur er Bjarti Guttesen Viderø. Hetta stendur at lesa á Facebook-vanganum hjá felagnum í kvøld.
Nýggi formaðurin, bert 22 ára gamli Bárður Guttesen, sigur frá, at tað hevur staðið millum fremstu raðfestingar felagsins í langa tíð at fáa skil á hølisviðurskifti felagsins, men hetta hevur verið sera trupult. Ein onnur raðfesting kemur at vera at fáa kvinnur at rógva fast í felagnum aftur, tí felagið seinastu árini ikki hevur havt nakað serligt av kvinnuligum rógvarum.