Landsfelag Pensjónista hevði aðalfund í gjár, har nýggj nevnd varð skipað.
Í nevndini sita nú Arne Thorsteinsson, Elisabeth Ellingsgaard, Inna Nattestad, Alma Petersen og Finnur Johansen. Eykanevndarlimir eru Hans Marius Joensen og Árni Johannesen.
Nevndin skipaði seg við Arne Thorsteinsson sum formanni og Elisabeth Ellingsgaard sum næstforkvinnu.
Á aðalfundinum varð millum annað umrøtt, at pensjónin í Føroyum er alt ov lág og minkar í virði ár undan ári. Mest gongur hetta út yvir tey, sum onga aðra inntøku hava. Tí eingin kann liva eitt innihaldsríkt lív fyri 9.600 kr um mánaðin.
- Nú mugu okkara politikarar taka seg saman og gera nakað við tað, sigur nýggja nevndin.
Eisini varð víst á, at Landsfelag Pensjónista og flestu pensjónista- og eldrafeløg kring landið koyra sera tungt fíggjarliga, tí almenni stuðulin, ið latin verður til virksemi hjá feløgunum, er sera lágur og røkkur ikki vanligan og neyðugan rakstur. Mett varð, at eldrafelagsskapirnir eiga at fáa part í tí veddingarpeningi, sum kemur aftur til landið frá Danske Spil. Víst varð á, at í Danmark fáa eldrafelagsskapir størsta partin av sínum inntøkum frá Danske Spil.
- Landsfelag Pensjónista og lokalfeløgini vilja enn einaferð at heita á politiska myndugleikan at broyta lógina um ítróttarvedding, so Landsfelag Pensjónista og pensjónista- og eldrafeløgini kring landið fáa ein náttúrligan og rættvísan part av teimum 10 milliónunum, ið árliga koma til landið sum veddingarpeningur. Soleiðis kunnu feløgini framhaldandi røkja sítt samfelagsgagnliga virksemi til frama fyri tey eldru í landinum, sigur nevndin.