Anna Nygaard av Glyvrum var í ár ein tryggur vinnari av Ársins songrødd. 16 ára gamla songkvinnan sang so sannførandi ein sang hjá Aretha Franklin, at hon streyk avstað við sigrinum í kappingini. Nógvar stórar songkvinnur hava fingið sín elddóp í Ársins songrødd, og líkt er til, at ein nýggj kvinnulig songstjørna er á veg. Ein av vinningunum í Ársins songrødd var møguleikin at spæla á Summar Festivalinum, og hesum møguleika tekur Anna Nygaard av. Hon fer at spæla saman við bólki sínum.