Í dag kl. 15.30 verður spakin settur í til rennibreytina í Klaksvík, sum eisini hevur ein eyka fótbóltsvøll.
Eyka fótbóltsvøllurin verður á stødd við ein vanligan fótbóltsvøll, sum ger, at umstøðurnar rundanum ítróttarøkið í Klaksvík nú gerast alsamt betri og rúmligari.
Ætlanin er, at rennibreytin og fótbóltsvøllurin verða liðug í 2019. Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, hevur á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu nevnt, at byggingin letur upp fyri víðari útbygging av svimjihøllini.
- Hetta er ein møguleiki at menna ítróttarøkið sum ein heild, sigur hon.