Nýggja roknibókin leggur upp til undirvísing, ið lagar seg til støðið hjá einstaka næminginum. Á teimum grønu síðunum eru lættar uppgávur, meðan tær á teimum bláu síðunum eru eitt sindur torførari. Á reyðu síðunum eru uppgávurnar meir blandaðar.
Skygni 4 tekur ymisk evni upp í undirvísingina, har serliga nógv verður gjørt burturúr geradisdegnum og náttúruviðurskiftum. Annars er bókin skipað í fimm ymisk tema – hæddir, keyp, prísir, rómartøl, Føroyar og Ferðslu - sum við mátingum, útrokningum og royndum vísa støddfrøðina í nýtslu.
Eisini er bókin á tremur við myndum og tekningum, sum gera tað lætt at síggja fyri sær, hvat tað er, sum skal roknast út.
Tað er Føroya Skúlabókagrunnur, sum gevur Skygni 4 út.