Gott kvøld!
Tá tað í oktober varð kunngjørt, at Muhammad Yunus og Grameen banki fóru at fáa friðarheiðursløn Nobels, gjørdust mong ivaleyst bilsin. Tí hvør var hesin Yunus, og hvussu kundi ein banki fáa eina friðarheiðursløn?
Heiðurslønin varð latin teimum fyri teirra drúgva arbeiði at skapa fíggjarliga og sosiala menning millum tey allar fátækastu í heiminum. Og Nobelnevndin metir tað at greiða gøtur burtur úr fátækradømi og armóð at vera ein hátt at skapa frið á jørð.
Grameen banki byggir alt sítt virksemi á smálán, har hann lænir fátækum fólki nakrar fáar hundrað ella túsund krónur og krevur einki veðhald afturfyri. Lítla upphæddin kann hjálpa til dømis einari kvinnu at keypa sær eina seymimaskinu ella fyrstu vørurnar til handilin, so hon kann fara undir egið virksemi.
Henda hending lærir okkum, hvussu stóran týdning tað hevur at kunna loysa seg frá stirvnari vanahugsan. At vit loyva okkum at hugsa: Hvat, um vit gera heilt øðrvísi, enn vit plaga? Grameen banki hevur brotið skrivaðar og óskrivaðar reglur í fíggjarheiminum. Bankin lænir út pening eftir aðalregluni um menniskjaligt álit og samhaldsfesti heldur enn peningatrygd.
Ein meiriluti av heimsins borgarum er fátækur, og fleiri hundrað milliónir menniskju liva á ytsta fátækramarki – fyri eina fimmkrónu um dagin ella minni.
Hetta er gott prógv um, at tíðin á ongan hátt er farin frá samhaldsfestinum. Fríu marknaðarkreftirnar greiða so langt ífrá allar trupulleikar.
Men fólk, sum hjálpa og eggja øðrum til at nýta síni skapanarevni, tey gera stóran mun! Muhammad Yunus er ein teirra. Hansara grundleggjandi amboð er álit.
Og tað er júst álit og virðing millum menniskju, ið skal til fyri at røkka góðum úrslitum – bæði tá vit eru heima, til arbeiðis, í skúla, millum fremmandafólk, og tá vit samráðast við aðrar tjóðir.
Mítt størsta ynski fyri 2007 er, at vit sýna hvør øðrum álit og virðing, so at vit í felag greiða nýggjar gøtur fyri land okkara. Álit, so tað skal bera til at røkka politiskum semjum, har vit seta framtíðina hjá hesum landi og fólki í miðdepilin.
***
Fyri land okkara hevur 2006 verið eitt hendingaríkt ár.
Okkara búskaparstøða er góð. Fyri okkara høvuðsvinnu hevur árið sum heild hilnast væl, serliga hjá pørtum av fiskiflotanum og hjá alivinnuni, sum er væl áleiðis at fóta sær aftur. Arbeiðsloysið er lítið, og vit hava ment samfelagið munandi.
Men tað eru framvegis tey, sum ikki hava tað nóg gott og sum kunnu fáa munandi betri kor. Tess færri av okkara borgarum, sum detta niðurímillum, tess ríkari eru vit sum samfelag. Tí vil Landsstýrið varðveita og styrkja samhaldsfestið.
Vit leggja serligan dent á vælferðarøkið. Hetta sæst aftur í fíggjarlógini fyri 2007, har peningur er til at seta nógv fleiri starvsfólk á sambýlum, á røktarheimum, í heimahjálpini, í stuðulsskipanum og á sjúkrahúsum.
Vit leggja eisini stóran dent á skúla og útbúgving. Vit vilja, at so nógvir ungdómar sum gjørligt fáa sær lærdóm, og at møguleikar verða hjá øllum borgarum at eftirútbúgva seg og menna sínar førleikar alt lívið. Útbúgving og eftirútbúgving eru grundleggjandi treytir fyri, at okkara samfelag fer at standa seg væl í framtíðini. Tí er tað gleðiligt, at vit nú fáa styrkt um nakrar grundleggjandi uppgávur í fólkaskúlanum. Hetta er ein liður í at bøta um vánaliga úrslitið av Pisaundankanningini. Eitt úrslit, sum vit ikki ætla at uppliva aftur!
Á samferðsluøkinum hava vit latið upp ikki færri enn tveir tunlar – Norðoyatunnilin og Gásadalstunnilin – og skotið er ígjøgnum í Hovstunlinum. Nú eru 85% av fólkinum knýtt at føstum vegasambandi, og vit kunnu av álvara gleða okkum til, at upp aftur størri partur av landinum kemur uppí.
Arbeiðið við Visjón 2015 er við at koma undir land, og strategibólkarnir verða lidnir tíðliga í vár. Politikarar, samgongur og onnur fara at nýta hetta týdningarmikla arbeiði, tá ætlanir skulu leggjast fyri framtíðina. Í desember fekk eg handað álitið um nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar. Vit fara í komandi ári at bera hetta uppskotið longri fram móti málinum.
Landsstýrið leggur stóra orku í uttanríkispolitikk, sum er ein av fortreytunum fyri einum kappingarførum Føroyum. Fyri at verða tikin upp í part í umheiminum mugu vit vera virkin og sjónlig í altjóða samstarvi. Tí styrkja vit okkara sambond og víðka um skaran av samstarvsfeløgum. Sendistovan í London fevnir nú eisini um Írland, og í nýggja árinum er ætlanin at lata upp sendistovu í Reykjavík til tess at gagnnýta teir møguleikar, vit hava fingið við Hoyvíkssáttmálanum.
Vit arbeiða fyri limaskapi í EFTA og fyri tættari samstarvi við ES. Fyrst í nýggja árinum fara vit at samstarva við ES um gransking og útbúgving.
Vit byggja upp okkara førleikar innan menningarsamstarv. Her hava vit knýtt sambond við viðurkendar felagsskapir sum matvørustovnin hjá ST, World Food Programme, við hjálparfelagsskapin Mercy Corps og við Heimsbankan.
***
At skapanarevni og skapanarhugur hava góð kor, sæst aftur, tí í ár hava fleiri av okkara framúr góðu listafólkum og ítróttarfólkum gjørt vart við seg og vunnið landi og fólki stóran heiður.
Jú, víst hava vit mangt at fegnast um og vera errin av!
Men tað harmar meg, at málið um grein 266 b í revsilógini hevur ført til so djúpan skilnað millum bólkar í samfelagnum. Eingin heldur tað vera í lagi at happa samkynd. Men kortini er ósemjan djúp. So fast sum eg standi við, at tað er neyðugt at verja tey, sum vit av søguligum royndum vita kunnu vera fyri mismuni – eins sannførdur eri eg um, at vit skulu varðveita og verja kristna grundarlagið, sum henda tjóð hevur bygt á í øldir.
Okkara grundvøllur er fólkaræðið, har hvør einstakur borgari eigur at kunna ávirka og laga samfelagið soleiðis, sum hann fegin vil hava tað. Vit eiga altíð at søkja semjurnar, so rúmd verður fyri øllum. Men samstundis mugu vit hava virðing fyri, at ikki øll eru samd. Tað, sum skilur demokratisk samfeløg frá ódemokratiskum, er júst virðingin fyri, at fólk hava ymiskar hugsanir. At eingin skal noyðast ella hóttast til at hava eina ávísa áskoðan.
***
Heimurin gjørdist tíverri ikki eitt friðarligari stað í árinum, sum nú fer. Kríggið í Irak hevur aftur átt forsíðurnar í heimspressuni, og tað tykist høpisleyst, at so nógv skulu láta lív í hesum krígnum, har ætlanin segðist vera at vinna irakska fólkinum tryggleika og fólkaræði.
Í sudanska landslutinum Darfur eru viðurskiftini so óhugnalig, at tað fatast ikki. Talan er um fólkamorð, sum heimssamfelagið eyðsýniliga ikki megnar at gera nakað við. Nei, okkum tørvar ikki at leita leingi á heimskortinum fyri at finna støð, har kríggj, svongd, vanlukkur og vesaldómur eru gerandiskostur.
Hetta leggur eina ábyrgd á okkum øll. Vit, sum hava møguleikan, mugu gera okkara til, at heimurin verður eitt betri stað. At tolsemið og samhaldsfestið sleppa at grógva og soleiðis styrkja vónina um, at tað ber til at køva eirindaloysinum.
***
Eins og Nobelvinnarin, Muhammad Yunus, hava vit øll eitt ynski um at gera mun.
Tá ið vit seta okkum mál fyri komandi árið, gera vit tað í vónini um, at tað fer at eydnast okkum at bøta um korini hjá teimum, ið vit á einhvønn hátt varða av. At okkara íkast fer at gera samfelagið – heimin, landið, býin, bygdina ella grannalagið – til eitt betri og liviligari stað. Eitt stað, ið rúmar okkum øllum, hvør við sínum sereyðkennum.
***
Um fáar tímar er gamla árið runnið út í tíðarinnar hav, og vit stíga inn í nýggja árið.
Eg vil bera eina serliga heilsan til tykkara, sum í kvøld eru til arbeiðis og røkja ábyrgdarfull størv á sjógvi og landi.
Eisini til tykkara, sum vanlagna hevur vitjað og har lívið nú kennist svárt. Og til tykkara, sum mistu onkran av tykkara kæru. Sjáldan eru sorgin og saknurin tyngri at bera enn í løtum, tá vit av hjarta høvdu ynskt okkum at verið saman við tí kæra, sum farin er. Sorgin kann tykjast so heljardjúp. Gævi komandi árið beri tykkum nýggja vón og styrki.
***
Eg takki fyri árið, ið brátt farið er. Harrin signi okkum tað nýggja árið.
Jóannes Eidesgaard
løgmaður