Nýggj stjórn er skipað í Íslandi. Nýggi forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, hevur í morgun verið á Bessastøðum, har hann greiddi forsetanum, Ólafi Ragnar Grímssson, frá um nýggju samgongustjórnina og tær ætlarnir, sum hon hevur. Eftir fundin segði forsetin seg vera væl nøgdan við soleiðis, sum stjórnarsamráðingarnar hava verið, og at tað ikki hesa ferð - sum tað fleiri tær seinsatu ferðirnar annars hevur verið - var neyðugt við fleiri samráðingarumførum.
Í gjárkvøldið tóku Framsóknarflokkurin og Sjálfstæðisflokkurin undir við samgonguskjalinum, sum floksformenninir báðir, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson og Bjarni Benediktsson, hava samráðst seg fram til síðani altingsvalið 27. apríl. Klokkan 11.15 verður tíðindafundur, har floksformenninir fara at boða almenninginum frá sínum ætlanum og hvørji fara at manna stjórnina.
Tað vera níggju ráðharrar í nýggju stjórnini. Sjálfstæðisflokkurin fær fimm, og Framsóknarflokkurin fær fýra ráðharrar.
Sigmundur Davíð Gunnlaugsson verður forsætisráðharri. Hann er 38 ára gamal og yngsti forsætisráðharrin í Íslandi, síðani landið í 1944 varð lýðveldi. Bjarni Benediktsson verður fíggjarmálaráðharri.
Á altingsvalinum 27. apríl vunnu Framsóknarflokkurin og Sjálfstæðisflokkurin 19 umboð hvør í Altinginum. Samlaða tingmannatalið er 63, og tískil eigur nýggja stjórnin greiðan meiriluta í tinginum.
Formliga stjórnarskiftið er á tann hátt, at fráfarandi stjórnin hittir forsetan á ríkisfundi nú klokkan 11 íslendska tíð (klokkan 12 føroyska tíð), og klokkan 15 verður nýggjur ríkisfundur, har forsetin tekur ímóti nýggju stjórnini.