Kanadiski umhvørvismálaráðharrin, Peter Kent, sigur, at nú er so stórur vandi fyri, at ísbjørnin fer at doyggja út, at neyðugt er at seta nýggj átøk í verk, sum skulu verja hana innan trý ár.
Peter Kent vísir á, at tveir triðingar av heimsins ísbjarnum eru í kanadiskum øki, og tí hevur Kanada eina serliga skyldu til at verja stovnin. Kanadisku myndugleikarnir siga, at ísbjarnastovnurin er í fýra bólkum. Hesir bólkar fara at minka eini 30% tey næstu 35 árini, um einki verður gjørt fyri at verja teir.
Kanadiski umhvørvismálaráðharrin sigur, at tað verður neyðugt við einum ávísum veiðibanni, men at inuittar skulu framvegis sleppa at veiða ísbjarnir til matna.