Nýggj útbúgving í Klaksvík

Ein arbeiðsbólkur er nú settur at skipa eina matvøru- og tænastuútbúgving í Klaksvík. Arbeiðast skal skjótt, soleiðis at hon kann setast í verk longu frá komandi skúlaári

Klaksvík: Talan er um eitt samstarv millum Tekniska Skúla í Klaksvík, Húsarhaldsskúla Føroya og Kokkaskúlan á Klaksvíkar Sjómansskúla.

Gongst eftir ætlan, verður farið verður undir at skipa hesa matvøru- og tænastuútbúgvingina sum eitt støðisár longu frá komandi skúlaári.

Arbeiðsbólkurin skal taka støði í einum áliti frá 2004 við heitinum: "Uppskot um dagførda skipskokkaútbúgving og tilráðing um nýggja matgerðaútbúgving og at samskipa hesar báðar í eina yrkisútbúgving, sum skal geva førleika til køksarbeiði og matgerð umborð á skipum og á matstovum o.l.” .

Við undantaki av skipskokkaskeiðnum, sum Klaksvíkar Sjómansskúli bjóðar út, er í dag einki tilboð í Føroyum innan matvøru- og tilhoyrandi tænastuútbúgvingar.


Víðka útboðið

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, vísir á, at nú vaksandi arbeiðsloysi millum ung ger um seg, er týdningarmikið at víðka og breiðka útboðið av útbúgvingum.

- Vit hava í Føroyum eitt einastandandi tilfeingi innan mat, bæði á sjógvi og landi. Og vit kundu fingið nógv meira burturúr hesum tilfeinginum, sigur mentamálaráðharrin. Og hon leggur aftrat:

- Eg rokni við, at um vit bera okkum skilagott at, og allar góðar kreftir í økinum taka lógvatak saman, kunnu vit fáa nógv meira burturúr hesi íløgu, enn vit duga at ímynda okkum.

Hóast tíðin er knøpp, vónar hon, at til ber at taka næmingar inn til hesa útbúgving komandi skúlaár.

Í arbeiðsbólkinum sita: Rúni Heinesen, skúlastjóri á Tekniska Skúla í Klaksvík, og hann er formaður; Pole Mikkelsen, stjóri á Klaksvíkar Sjómansskúla; Jóhanna á Tjaldrafløtti, leiðari fyri Húsarhaldsskúla Føroya; Karin K. Petersen, lærari á Tekniska Skúla í Klaksvík; Eyðun Gaard, leiðari á Yrkisdeplinum og Niclas Hovgaard, fulltrúi í Mentamálaráðnum sum er skrivari.