Nýggj vápn í valstríðnum

Nýggja tøknin ger eisini sína ávirkan galdandi á politiska vígvøllinum. Serliga í USA verður alnetið nógv nýtt av politikarunum. Og her heima eru fyrstu varligu stigini tikin YouTube, MySpace og aðrar líknandi heimasíður verða týðandi partur av komandi føroyska valstríðnum, er niðurstøðan hjá samskiftisráðgevarafelagnum IssueConsult hjá Per Højgaard og Kára Durhuus.

Teir báðir vísa á gongdina í londunum uttan um okkum, og serliga rákið, sum hevur verið innan netvarping í USA. Ein stórur partur av valstríðnum til undanvalið í demokratiska flokkinum fer fram júst á alnetinum, og so seint sum fyrrakvøldið varpaði CNN ljós á júst hetta, har teir umrøddu heimasíðurnar hjá eitt nú Hilary Clinton og Barack Obama, sum í løtuni liggja fremst í hesum valstríði.

Í Føroyum eru vit so smátt byrjað at varnast hendan møguleika, og onkrir av føroysku flokkunum hava tikið fyrstu fetini á hesi leiðini. Serliga vísa teir á Fólkaflokkin, sum netvarpar sínar politikarar og teirra meiningar, men tað er kortini langur vegur á mál, um vit sammeta okkum við londini uttan um okkum.

Stóri fyrimunurin við netvarping er, at tú sleppur undan avmarkingum í kringvarpslogini og journalistiskum redigeringum. Hartil er miðilin ein framúr møguleiki hjá nýggjum politikarum og at fanga áhugan hjá teimum ungu, sum skulu á val fyri fyrstu ferð, siga Per Højgaard og Kári Durhuus, samskiftisráðgevar frá IssueConsult