Nýggja Boblan: Afturhvarv og framtíðar tøkni í einum

Nýggja Boblan er komin á føroyska marknaðin. Ein sera spennandi bilur, at nostalgi og framtíðartøkni fylgjast

Eirikur Lindenskov


Tað var næstan hin grábeinti sjálvur, sum uppfann vælumtókta Fólkavognin. Tað sigur søgan. Tí tað var Hitler, sum vildi hava ein »fólksins bil«. Hóast Hitler sjálvur lítlan lut man eiga í úrslitinum, og hóast Hitler heldur ikki dugdi at koyra bil, so gjørdist Fólkavognurin so sagnarkendur, at menn í 90?unum fóru at hugsa um at endurskapa hann.

Nú er hann endiliga komin.

Av teimum 400 í kvotuni, sum kom til Danmarkar, er ein komin til Føroya, og Sosialurin var ein túr við honum fyrrapartin í gjár.

At bilurin er sermerktur, tala myndirnar fyri. At hann er »fólksins bilur«, talar komfortin fyri, um enn prísurin er í so høgur. Tann, ið ætlar at ogna sær ein nútímans Fólkavogn má av við eina fjórðings millión. Í Danmark kostar hann ikki minni enn 317.757 krónur.

Nýggi Fólkavognurin fæst við einum 2 litra motori við 85kW/115 HK.

Upprunaliga hugskotið til bilin stavar sum sagt frá monnum Adolfs Hitler Men nýggja hugskotið til nýggja Fólkavognin stavar úr designstudionum hjá Volkswagen í California, har eitt ungt lið av bilteknarum spældi við nýggju formunum til sagnarkendu Bobluna.

Bilurin hevur verið vístur fram á bilaframsýningum í Detroit, Tokyo og Geneve. Allur áhugin sum har varð vístur og tað, at so mong hava leitað eftir New Beetle á internetinum elvdi til, at bilurin var settur í framleiðslu.

Minnið um gomlu Bobluna skuldi kombinerast við framtíðar tøkni tá hugsað verður um orku, trygd og komfort, samstundis sum bilurin skuldi uppfylla allar treytir, sum setast einum rationellum og nútíðar framleiðsluhátti.

Úrslitið er greitt. Volkswagen New Beetle er bæði nostalgi - afturhvarv - og ein modernaður bilur, sum longu áðrenn hann kom á evropiska marknaðin hevur gjørt nógv um seg.

Hóast Bilasølan hjá Øssi Johannesen ikki hevur fleiri bilar á goymslu, so kann hann keypast ?upp á bestilling?, sum Øssur sigur.

New Beelte hevur rundar formar í heilgalvaniseraðum stáli. Veitt verður 12 ára trygd móti gjøgnumtering, og trygdin fyri ferðandi sigst verða á sera høgum støði. Kúfangarar og skermar eru gjørdir úr kunstevnum, sum við lættari ákoyringum av sær sjálvum rættast útaftur - og eru sera bíligir at skifta.

Bilurin hevur sekstantumma hjól, hevur skivubremsur aftan og framman - sjálvandi við ABS. Men hann hevur eisin nýggju tøknina, ESP, (elektroniskt stabiliseringsprogram), sum forðar fyri undir- ella yvirstýring - um bilurin fer at glíða.

Airbag hevur hann sjálvandi - eisini síðuairbag - alt sum standard.

Hóast munin, so kennir tú gomlu Bobluna aftur í øllum tí runda.

Tað stóra runda instrumentbrettið, blómuvasin og haldini til bakseturferðandi vekja afturhvørvandi minnini.

Av teim fínaru hentleikunum kann nevnast: Sentrallás, elektrisk spegl, takantenna, eitt serdesignað radio við seks hátalarum, el-rútar. Av ekstraútgerð kann nevnast: Klimaanlegg, glassóltak, lættmetalfelgur, leðurinntrekk.

Litirnir eru úr cybergrønum til svart.

Eingin ivi er um, at Volkswagen við VW New Beetle skapar eina nýggja dimensión til teirra image - nakað sum fær okkum at hugsa um álit og perfektión, um lættleika og lívshug.