Hon skuldi koma fyrstu vikuna í november.
So skuldi hon koma fríggjadagin.
Men sunnudagin var tað so heilt vist, at hon skuldi koma, at havnarfólk høvdu vundið merkið á stong at heilsa henni vælkomnari.
Men enn er nýggja Krúnborg hjá Ejler Jacobsen ikki komin.
Tí enn liggur hon bundin við bryggjuna hjá Vestcon skipasmiðjuni í Ølensvåg, har hon er smíðað.
Og sum støðan var á mi-degi í gjár, var tað ongin sum kundi siga nær, hon kemur.
Annars er hon siglingarklár og kundi loyst, nær tað skuldi verið.....
Hildin aftur í Noregi
Orsøkin til, at Krúnborg ikki er komin enn, er, at ósemja hevur tikið seg upp ímillum reiðaran, Ejler Jacobsen, og leiðsluna á norsku skipasmiðjuni.
Og fyrrenn tann ósemjan er loyst, vil skipasmiðjan ikki lata Krúnborg sleppa frá kei.
Ósemjan er um sáttmálan, sum á sinni varð gjørdur ímillum Ejler Jacobsen og norsku skipasmiðjuna um at byggja nýggju Krúnborg.
Nýggja Krúnborg kostar um 120 milliónir krónur.
Eginpeningurin er 30 milliónir. Felagið Vik Sandvik, sum hevur teknað Krúnborg, eigur ein triðing av eginpeninginum, tvs. 10 milliónir.
Hinar 20 milliónirnar skuldi Ejler Jacobsen sjálvur seta í.
Men eftir sáttmálanum skuldi gamla Krúnborg verða parturin hjá Ejler Jacobsen av eginpeninginum.
Avtalan varð, at Vestcon skipasmiðjan skuldi yvirtaka gomlu Krúnborg fyri tær 20 milliónirnar, sum Ejler Jacobsen skuldi reisa.
Sostatt skuldi allur eginpeningurin upp á 30 milliónir verið goldin.
Treytin fyri at yvirtaka gomlu Krúnborg var, at hon hevði full klassapappír.
Og tað hevur hon, sigur Ejler Jacobsen.
? Men nú er tað ikki nóg mikið fyri skipasmiðjuna, tí nú krevur hon nógvar aðrar treytir uppfyltar. M.a. krevur hon, at Krúnborg verður klassa einaferð afturat.
Ejler Jacobsen sigur, at hetta kravið kom brádliga komið undan kavi, beint eftir dópin 30. oktober.
? Vit høvdu hoyrt okkurt graml beint uppundir dópin. men vit kortini ikki hava tann minsta illgruna um, at tað fór at blíva so galið.
Onki sum eitur
Ejler Jacobsen sigur, at hetta er púra greitt í stríð við sáttmálan ímillum seg og norsku skipasmiðjuna. Tí eftir tí sáttmálanum var kravið, at gamla Krúnborg skuldi hava full klassapapír.
? Tað stendur onki um, at hon skuldi klassast av nýggjum.
Ejler Jacobsen sigur, at hann nú hevur latið málið upp í hendurnar á sakførara.
? Niðurstøðan hjá sakførararnaum er greið.
Og hon er, at vit skulu ikki slaka fyri norska kravinum.
Reiðarin sigur tískil, at hann fer ikki at biðja klassan sýna gomlu Krúnborg einaferð afturat.
? Eg fari ikki at biðja klassan eftirkannað, um arbeiðið, sum teir hava gjørt frammaundan umborð á gomlu Krúnborg, er nóg gott, ella ikki.
Hann leggur afturat, at av tí, at gamla Krúnborg hevur full klassapappír, er tað ógvuliga ivasamt, um klassin yvirhøvur er sinnaður at sýna hana einaferð afturat, fyri líkasum at eftirmeta sítt egna arbeiði.
Nú hevur reiðarin so latið málið upp í hendurnar á sakførara, sum so skal royna at greiða málið, saman við skipasmiðjuni.