Besta staðið at byggja nýggjan bygning til Sjóvinnustýrið, er á á einum stykki niðan fyri skúlan á Giljanesi. Tað siga Sjóvinnustýrið og Landsverk í einum tilmæli, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum um at byggja nýtt høvuðsæti til Sjóvinnustýrið.
Í tí sambandi hevur hann heitt á Sjóvinnustýrið og á Landsverk um at meta um, hvar tað er best at byggja. Sjóvinnustýrið og Landsverk siga, at Sørvágs Kommuna hevur víst á eitt grundstykki á ídnaðarøkinum omanfyri flogvøllin, og Vága Kommuna hevur víst á seks grundstykki ymsastaðni í kommununi.
Í hesum sambandi mæla Sjóvinnustýrið og Landsverk til at byggja nýggjan bygning á einum stykki á Hillingartanga, beint niðanfyri skúlan á Giljanesi.
– Tað er eitt stykkið, ið liggur tætt við sjóvarmála, og tí er tað natúrligt at byggja har. Samstundis liggur stykkið serliga væl fyri tí tað hevur minst av koyring við sær í bygdum øki, samstundis sum at tað er stytst at koyra til miðstaðarøkið.
– Sjóvinnustýrið hevur verið í Vága Kommunu síðani 2002 og hevur skapt sær ein samleika har, siga Sjóvinnustýrið og Landsverk.
Tey siga, at verður hetta tilmælið ikki fylgt, verður í øðrum lagi mælt til at byggja á Heimaru Bryggju í Miðvági, sum liggur eitt sindur innari, men sum kortini lýkur at kalla somu krøv sum stykkið niðan fyri Skúlan á Giljanesi.