Nýggja spælið lagt fram á Læraraskúlanum

Klokkan fýra seinnapartin verður almenn samkoma á Læraraskúlanum í sambandi við, at familjuspælið Orðálvur verður lagt fram. Tað ber til at spæla seg til alt tað, sum er vert at vita um føroysk navnorð. Tað siga Rannvá Skeel Johannesen og Kristianna Poulsen, sum hava gjørt nýggja føroyska familjuspælið Orðálvur.

Hugskotið og menningin av spælinum varð gjørd, tá ið tær báðar gingu á Føroya Læraraskúla, og seinnapartin í dag fara tær at leggja spælið fram fyri almenningin. Tað verður gjørt á samkomu í høllini á Læraraskúlanum klokkan 16.

Tað eru Bókadeild Føroya Lærarafelags, Sprotin og Føroya Læraraskúli, sum bjóða til samkomuna. Heilsanir fara at verða bornar fram, og linjuholdið í tónleiki undir leiðslu av Sunleifi Rasmussen fer at spæla og syngja, og so fara tær báðar, Kristianna og Rannvá at greiða frá Orðálvi.