Tilvildarlig mynd av Karlamagnusarbreyt, her er møguleiki fyri at byggja nýggja Frítíðarmiðdepil í Hoyvík.
Eg frøist um, at onnur valevinir eru við upp á míni hugskot.
Eg frøist um, at serliga Tjóðveldisflokkurin hevur vent eyguni ímóti mínum hugskotum um at byggja nýggjan frítíðarmiðdepil til ungdómin í Hoyvík. Vónandi fara teir eisini at venda eyguni ímóti mínum ætlanum at styrkja um dagstovanaøkið og ungdómsøkið í Kollafirði og á Argjum. Men, teir noyðast at vera skjótir, tí stutt er eftir til val. Hetta boðar frá góðum samstarvspolitikki, tað eri eg teimum takksamur fyri.
Frítíðarmiðdepil í Hoyvík og ungdómshús í Kollafirði
Ja, lat meg endurgeva fra mínum lesarabrævi í Sosialinum dagfest 07.10.2008 um frítíðarmiðdepil í Hoyvík og ungdómshús í Kollafirði. “Eg haldi, at í longdini er besta loysnin at byggja ein nýggjan frítíðarmiðdepil til ungdómin á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík”. og frá einum øðrum lesarabrævið hjá mær í Sosialinum, “Lat okkum halda fokus á ungdómin fyrst og brúka ítróttarhøllina í Kollafirði til ungdómshús”.
Endurgeving enda.
Politiskar raðfestingar
Eg gleði meg til, at hinir flokkarnir fara at skriva um grønar dagstovnar, dagrøktina, børn við serligum tørvi, ókeypis Internet, 50 metra svimjihyl í Hoyvík, skótar, útróðrarmenn, dansifeløg o.a. Hetta er sjálvandi eisini nakað, sum eg brenni fyri sum heildarpolitikari.
Vel Levi Mørk, valevni á lista C.
Fá nýtt stev - vel Levi.