Fyrrapartin í dag gjørdi norska løgreglan nýggjar kanningar í húsunum í Lørenskog, har ríkmanshjúnini, Anne-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, búðu. Hin 31. oktober í ár var júst eitt ár liðið, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum.
Seinasta lívstekin til hennara er ein telefonsamrøða feigdarmorgunin klokkan 09.14, tá hon snakkaði við onkran í familjuni.
Løgreglan sigur við norska kringvarpið - NRK - í dag, at talan er um nýggjar spurningar í málinum. Ljóðserfrøðingurin, Truls Birkeland, hevur áður verið saman við løgregluni og gjørt ljóðkanningar í húsunum, og aftur í morgun var hann við í kanningararbeiðnum. Saman við ljóðserfrøðinginum vóru fleiri løgreglufólk.
Truls Birkeland er í starvi í løgregluøkinum í Oslo sum serfrøðingur í ljóði.
- Í øllum stórum kanningararbeiði fáa vit svar, sum leiða til nýggjar spurningar, og tað eru nøkur slík mál og spurningar, sum verða fylgd upp við nýggjum kanningum. Vit hava ikki aðrar viðmerkingar til tær kanningar, sum eru gjørdar í dag, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, við NRK.
Maður Anne-Elisabeth Hagen býr framvegis í húsunum. Tá hann kom heim úr arbeiði um 13-tíðina feigdardagin, var konan horvin. Í húsunum lá eitt hóttanarbræv, og í brævinum var eisini eitt krav um loysigjald, um hann skuldi síggja konu sína aftur á lívi.
Hóttanin í brævinum var í fyrsta lagi loysigjaldið, og í øðrum lagi stóð í brævinum, at um maðurin boðaði løgregluni frá, var lívið hjá Anne-Elisabeth Hagen í vanda. Eini trý korter eftir, at hann var komin heim aftur, vendi hann sær til løgregluna, sum í fleiri vikur arbeiddi við málinum í loyndum.
Almenningurin fekk einki at vita um hetta mál fyrr enn fyrst í hesum árinum, tá ríkmanskonan hevði verið horvin í 10 vikur. Tá sá norska løgreglan, at tey høvdu brúk fyri at biðja almenningin um hjálp, eins og løgreglan helt tíðindafundir í vónin um, at tey, sum vóru farin avstað við Anne-Elisabeth Hagen, fóru at lata við seg koma.
Tað eru nú fleiri mánaðir síðan, at løgreglan broytti sítt høvuðsástøði, sum fyrstu tíðina var, at ríkmanskonan var rænd við fíggjarligum endamáli. Síðan tíðliga í summar hevur løgreglan tó hildið upp á, at konan helst er dripin. Men, so leingi, sum gátan ikki er loyst, hevur løgreglan latið allar møguleikar staðið opnar.
Løgreglan hevur síðan í summar hildið, at tá sonevndi mótparturin ikki ynskir pengar fyri at lata Anne-Elisabeth Hagen geva frá sær lívstekin, er hin 69 ára gamla neyvan á lívi. Løgreglan heldur, at hóttanarbrævið og kravið um loysigjald eisini kann vera ein roynd at villleiða og skava út yvir eitt dráp.
Hetta árið, meðan løgreglan hevur arbeitt við málinum, eru ymisk spor funnin í heiminum í Lørenskog, har hjúnini búði.
##med2##
Her eru staðfestar ókendar slóðir eftir gólvinum víða um í húsinum, og løgreglan veit, at talan er um einar skógvar av merkinum Sprox. Blóðspor eru eisini funnin av ríkmanskonuni, men løgreglan hevur ikki viljað sagt, um hesi spor kunnu hava týdning, tá Anne-Elisabeth Hagen búði í húsunum.
Norska løgreglan hevur avhoyrt nógv vitni, men higartil er eingin handtikin í málinum. Fyrr í heyst metti løgreglan, at møguleikar vóru fyri, at gátan kanska fór at verða loyst, áðrenn 2019 rennur út, men seinni í heyst hava tey sagt, at tað slett ikki er vist, at málið ikki fer at draga út.
Tó hevur løgreglan framvegis vónir um, at gátan um Anne-Elisabeth Hagen einaferð verður loyst.