Nýggju bilarnir økjast í tali

Í mars mánaði vaks sølan av nýggjum bilum við 49, um sammett verður við 2006 Fyrstu tríggjar mánaðirnar eru 65 fleiri nýggj akfør skrásett í mun til 2006, tá bilasølan eisini setti met.

Nógv tann størsti vøksturin er innan persónbilar, har vøksturin er 61 bilar. Innflutningurin av motorsúkklum varð av givnum ávum óvanliga stórur í fjør, og hann er eisini minkaður við 32 súkklum higartil. Men hetta verður tó uppvigað í talinum av vøruvognum, har innflutningurin er øktur við 36 bilum ella 50%.

Lutfalsliga hevur samlaði vøksturin higartil í ár verið 11,27%