Veturin vísti seg frá síni røttu síðu um vikuskiftið og dagarnar áðrenn. Nógvur kavi, vindur og so fríggjadagin bítandi kuldi, sum gjørdi, at vegurin var sum ein spegil at koyra á, so blankur.
Hetta sást eisini aftur á talinum av óhappum í Havn um vikuskiftið.
Løgreglan fekk ikki færri enn níggju fráboðanir um ferðsluóhapp og hálka var orsøkin til tey øll somul.
Petur Poulsen, løgreglumaður í Havn, sigur við Sosialin, at tey flestu geva hálkuni skylduna, men hann er ikki heilt samdur við teimum.
»Óhappini henda, tí tey eru ikki nóg ansin í hálkuni. Stutt og greitt«.
Tað ógvusligasta óhappið hendi á J. C. Svabosgøtu, beint oman fyri Sandágerði. Ein bilur kom koyrandi út eftir, tá førarin misti tamarhaldi í hálkuni, fór yvir um breytina, tvørtur um gongubreytina úr træi og í gjøgnum girðingina og omanav vegnum.
»Hann hevur havt ov nógva ferð og hevur tí ikki kunna bjargað støðuni«, sigur Petur Poulsen.
Rýmdi av staðnum
Og tað var ikki nóg mikið við, at bilførarin hevði rent bilin út av vegnum. Gamli gjørdist nokk eitt sindur meiri skakkur enn gott var, tí hann rýmdi av staðnum uttan at boða løgregluni frá óhappinum.
»Hann ringdi til okkara níggju tímar seinni, men av tí, at eingi vitni vóru til óhappið, kunnu vit ikki gera stórvegis annað enn at geva honum eina bót fyri at rýma frá einum óhappi uttan at boða frá«
Tað er einki yvir at dylja, at løgreglan misteinkir mannin fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka, men teir fáa einki meira gjørt við málið av tí, at eingi vitni vóru.
»Vit kundu brúkt seks tíma regluna, men tað er sera torført at prógva tá eingi vitni eru, sigur Petur Poulsen.
Hini óhappini vóru øll smá ferðsluóhapp og bert smávegis materiellur skaði stóðst av óhappunum. Kortini heldur løgreglan, at fólk eiga at vísa størri varsemi, tá koyrt verður í hálku, tí tey kunnu vera um ein háls, vil illa til.