Strandferðslan er væl nøgt við nýggju og størri motorarnir, sum fyri kortum vórðu settir í Ternuna.
Ternan hevur nú verið í sigling um Vestmannasund í næstan tvær vikur síðani umvælingina, og higartil hevur alt virkað eftir ætlan. Skipari og manning eru væl nøgd við motorarnar, og tað kann merkjast, at skipið hevur fingið størri manøvru-orku.
Hetta kemur væl við á Oyrargjógv, har tað stundum kann vera trupult at koma til og frá, og nýggju motorarnir gera tað lættari hjá Ternuni at halda ferðaætlanina.
Nýggj ávaringarskipan
Saman við motorunum hevur Ternan eisini fingið nýggja ávaringarskipan, sum ger at fólk á høvuðsskrivstovuni í Havn kunnu síggja alt viðvíkandi maskinunum umborð - til dømis hvør motorur er í gongd, ymiskan hita, trýst, snúðningar og tímatøl fyri maskinuna.
Íløgan í nýggju motorarnar umborð á Ternuna kostaðu umleið í 3,7 milliónir krónur, og tá er ísetingin tikin við.