Tað verður satt oddabrak í Betri deildini hjá monnum í kvøld, tá KÍ á øðrum plássi fær vitjan av HB, sum er oddalið í føroyskum fótbólti. Dysturin byrjar klokkan 18 og FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.
Fyrr í summar fekk KÍ tilgongd av slovenska miðvallaranum, David Skrbec, pólska málverjanum, Lukasz Jarosinski og Heina Vatnsdal. Føroyski landsliðsspælarin fór beint á vøllin at spæla, men hinir báðir hava bíðað eftir loyvunum frá myndugleikunum. Tey eru nú komin upp á pláss.
Hartil er Abubakar Ibrahim Aliyu úr Nigeria eisini komin til landið. Hann skifti til KÍ undan hesum kappingarárinum, men er ikki sloppin úr Nigera vegna koronureglugerð. Hann hevur vant við seinastu vikurnar og er tøkur.
Í løtuni hevur KÍ bara eitt ivamál í hópinum. Tað er Ísak Simonsen. Vinstri bakkurin fekk ein vøddaskaða í steypadystinum móti HB, og er komin komin ordiliga fyri seg enn. Í Champions League dystinum í Sveis móti Young Boys, var tað Jesper Brinck, ið avloysti á bakkinum.
KÍ er á øðrum plássi og og tað eru fimm stig upp til HB. Fyri kortum hevði KÍ væl betri málúrtøku, men við 11-0 sigurin á AB, hevur HB vunnið málúrtøkuna inn aftur. Toppfeløgini í føroyskum fótbólti seta sjáldan stig til, og tí bendur nógv á, at KÍ skal í minsta lagi hava ein javnleik, um teir skulu gera sær tankar um at vinna FM. Helst ein sigur.
Uppgerðirnar í ár benda á ein javnleik. HB og KÍ spældu javnleik 3-3 tíðliga í landskappingini. Seinni møttust tey í Klaksvík í steypakappingini. Tá endaði tað við javnleiki í vanligu leiktíðini. HB vann eftir longda leiktíð og brotssparkskapping.
##med2##
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum í Klaksvík, sum byrjar klokkan 18. FM1 hevur í dag – á 30 ára degnum fyri bragdið í Landskrona – at senda Landskrona-radio frá klokkan 15. Síðani verður beinleiðis frásøgn úr Klaksvík og eftir tað úr Runavík, har NSÍ og B36 spæla.
Liðtíðindi-KÍ:
Nýggir spælarar: David Skrbec og Lukasz Jarosinski (loyvini komin upp á pláss), Abubakar Ibrahim Aliyu (komin til landið)
Ivasamur: Ísak Simonsen (venur aftur eftir vøddaskaða)
1. | HB | 17 | 40 | 46 |
2. | KÍ | 17 | 38 | 41 |
3. | B36 | 16 | 29 | 37 |
4. | NSÍ | 17 | 18 | 35 |
5. | Víkingur | 18 | 10 | 32 |
6. | ÍF | 18 | -16 | 20 |
7. | EB/Streymur | 18 | -23 | 19 |
8. | TB | 18 | -16 | 10 |
9. | AB | 18 | -40 | 7 |
10. | Skála | 17 | -40 | 2 |
(Faroesoccer.com)