Oyvør Dam Jacobsen bókavørður á Bókasavninum við Løkin
Runavíkar býráð hevur á býráðsfundi 30.11.2017 tikið avgerð um, at seta Oyvør Dam Jacobsen í starv sum bókavørð á Bókasavninum við Løkin. Oyvør tekur við eftir Svend Højgaard, sum hevur valt at royna nýggjar leiðir.
Oyvør er útbúgvin bókavørður og hevur m.a. starvsroyndir frá Klaksvíkar og Fuglafjarðar bókasøvnum, umframt at hon hevur drúgvar royndir frá Námi.
Oyvør byrjar í starvinum tíðliga í nýggja árinum.