Nýggjur bankapakki fyri jól

Danska stjórnin boðar frá, at bráðneyðugur tørvur er á einum nýggjum bankapakka. Ætlanin er, at staturin skal skjóta stórar upphæddir inn í fíggjarsektorin. Hetta sigur Vinnuhúsið, sum áður hevur víst á trupulleikarnar við at fáa fígging til vinnuvirksemi og nýggjar íløgur, umframt at útflutningsvinnan missir tryggingar uppá keyparar í Evropa.

Í eini samrøðu við blaðið “Børsen” rópar Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, fíggingartrupulleikarna fyri: “ta mest átrokandi avbjóðingina hjá danska búskapinum í løtuni”. Hann heldur, at stjórnin og danski fíggjarsektorurin bert hava fáar vikur at loysa trupulleikan í.