Nýggjur føroyskur doktari

Tað hevur eydnast at eyðmerkja eina bakteriu við góðum evnum til at niðurbróta ávís dálkingarevni.

Fríggjadagin 9. desember vardi Elin Djurhuus Samuelsen, sum fyri stuttum varð sett í starv á Fiskaaling, Ph.D.- ritgerð sína við heitinum "Bioaugmentation of flow-through sand filters – A study of cell surface properties, adhesion and catabolic gene expression dynamics during phenoxy acid herbicide degradation” á  Keypmannahavnar Universiteti.

 

- Elin hevur arbeitt við verkætlanini á GEUS (De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland) og hevur verið innskrivað á Keypmannahavnar Universiteti. Í verkætlanini eru evnini hjá ymiskum bakterium at niðurbróta ávís dálkingarevni í grundvatninum kannað. Vanliga verða bakteriur brúktar í biofiltrum til at reinsa ymisk evnir úr vatninum, men tað er torført at finna bakteriur, sum eru vælegnaðar til langtíðar brúk.


 

Á Fiskaaling vita tey at siga, at í hesum arbeiði hevur tað eydnast at eyðmerkja eina bakteriu við góðum evnum at niðurbróta ávís dálkingarevni, serliga í sandfiltrum. Harumframt varð eisini ein ílega eyðmerkt, ið kann brúkast sum markørur fyri støði av niðurbrótingarvirkni hjá hesum bakterium.


 

- Royndirnar og kunnleikin, sum Elin hevur ognað sær við hesari Ph.D. verkætlanini, eru sera viðkomandi fyri Fiskaaling og føroysku alivinnuna, sum økir um alingina á landi í stórum. Henda útbygging setir stór krøv til reinsianleggini og vitanina til at brúka biofiltrini, sum har eru. Fiskaaling fegnast um at kunna bjóða vitan og samstarv fram á hesum øki, verður lagt aftrat.