Nýggjur fundur um sild og svartkjaft

Mikudagin fara strandalondini aftur at fundast um býtið av felagsstovnunum av sild og svartkjafti. Á fundinum, sum verður í London, verður enn einaferð roynt at finna semju um býtið av hesum tilfeingi fyri 2013.

Føroyar vilja ikki góðtaka býtislykilin fyri sild sum er frá 2007, tí sambært hesum lykli eiga Føroyar bert 5,16% av heildarkvotuni.

Londini, sum samráðast, eru Føroyar, Ísland, Noreg, Russland og ES.

Seinstu árini hevur ósemja eisini verið millum strandalondini um býtið av felags makrelstovninum og útlitini til, at nøkur semja fæst um makrelin fyri 2013 eru ógvuliga smá.

At semja ikki er um býtið av makrelinum, merkir eitt nú, at Føroyar og Noreg onga sínámillum fiskiveiðiavtalu hava. Tað merkir aftur, at føroysk skip ikki sleppa at fiska í norskum sjógvi í Barentshavinum - og soleiðis sleppa norsk línuskip heldur ikki í føroyskan sjógv at fiska.

Myndin er tilvildarlig.