Útskifting verður á venjarasíðuni hjá Víkingi til komandi kappingarár. Maurice Ross fer at avloysa Sámal Erik Hentze, sum seinastu tvey árini hevur sitið í venjarasessinum hjá Víkingi. Higartil hevur tað verið ógreitt hvør hjálparvenjari hjá Maurice Ross fór at vera, men nú røkist fyri, at hann hevur funnið sín mann.
Í øllum førum vilja álítandi keldur hjá Miðlahúsinum vera við, at veteranurin á liðnum hjá Víkingi, Hans Jørgen Djurhuus, verður nýggjur hjálparvenjari hjá Maurice Ross. Sum skilst er talan um avtalu, sum gera Hans Jørgen Djurhuus til leikandi hjálparvenjara.
Í sosialinum, sum júst er komin í sølubúðirnar stendur søgan um Hans Jørgen Djurhuus eisini. Í greinini um Hans Jørgen Djurhuus, er eisini nýtt viðvíkjandi støðuni um hjálparvenjara hjá NSÍ, umframt um framtíðarútlini hjá Fróða Benjaminsen.