Føroyski landsliðsbakkurin, Viljormur Davidsen, sum hevur verið einaráðandi á plássinum á vinstra bakk hjá Vejle seinastu nógvu árini, fær nú nýggja kapping.
Tað boðar heimasíðan hjá Vejle frá í dag. Heimasíðan hjá Vejle skrivar, at felagið hevur gjørt sáttmála við 19 ára gamla íslendska leikaran, Felix Örn Fríðriksson, sum kemur til felagið úr íslendska ÍBV, har hann hevur verið liðfelagi við Kaj Leo í Bartalsstovu.
Fyribils er talan um leigusáttmála millum ÍBV og Vejle fyri komandi kappingarár, men gongst avtalan sum ætlað, hevur Vejle rætt til at keypa íslendska leikaran tá kappingarárið er liðugt.
Felix Örn Fríðriksson er íslendskur U21-landsliðsspælari og er skrásettur fyri tveir dystir á íslendska a-landsliðnum. Men báðir a-landsdystirnir sum Felix Örn Fríðriksson hevur spælt, eru sokallaðar liga-landsdystir, sum bert eru fyri leikarar, ið dagliga spæla í íslendsku deildini.