Nýggjur liðformaður móti Litava

Jógvan Martin Olsen og hansara menn hava ivaleysa nógv at hugsað um, eftir at landsliðið hevur tapt tveir teir fyrstu dystirnar 6-0 og 6-0. Í Skotlandi vóru tríggjar broytingar gjørdar sammett við, tá ið spælt varð móti Georgia á heimavølli. Longu nú er tað greitt, at í hvussu so er ein broyting fer at verða gjørd, tá ið Føroyar leygardagin 7. oktober klokkan 15 fara at spæla á Tórsvølli móti Litava.  Liðformaðurin Óli Johannesen fekk gult kort í Skotlandi í dag. Tað fekk hann eisini í heimadystinum móti Georgia. Harvið er greitt, at hann verður leikbannaður móti Litava.