Nýggjur spælari til Kyndil

Kyndil fingið tilgongd

Kyndil boðar í dag frá, at mansliðið hevur fingið tilgongd til komandi kappingarár. Tummas Pauli Hanusarson kemur aftur til barndómsfelagið eftir loknan lestur í Danmark, har hann samstundis hevur spælt við ÍF Føroyum og verið ein partur av teimum góðu úrslitunum seinnu árini.

 

Kyndil boðar somuleiðis frá, at tveir at stuðulsspælarunum á liðnum farna kappingarár, David Edvardsen og Hörður Fannar Sigþórsson, halda fram komandi kappingarár. Eisini verður samstarvið við Bilasøluna sum høvðusstuðul longt.

 

- At hava góðar stuðlar og spælarar hevur alt at siga, soleiðis at Kyndil kann halda fram við positivu gongdini, sum hevur verið seinnu árini, og sum vónandi ger, at vit kunnu klúgva longri upp á stigatalvuna, sigur Maibritt Johannesen, sum er nýggj forkvinna í Kyndli.