Nýggjur trolari við atliti til umhvørvi og trygd

Leygardagin bleiv ein serligur trolari doyptur í Ålesund í Noregi. Talan er um ein serligan trolara, sum hevur atlit til trygd og umhvørvi. Trolarin Gadus Poseidon er tann fysti trolarin við tveimum propellum, sum hevur eina dieselelektriska framdrift, sum er bygdur í Noregi.

Umboð fyri Havfisk, sum eigur Gadus Poseidon sigur við norska blaðið, Kystmagasinet, at tey fara í framtíðini at satsa uppá trolarar, sum brúka minni brennievni, hava eina javnari ferð, og standa seg betri í sjónum.

Nýmótans trolarin brúkar væl minni brennievni, enn teir vanligu trolarnir, og hava teir í Havfisk tí góðar vónir um ein góðan rakstur.