Nógv at brúka pengar til

Sørvágs Kommuna fer næsta ár undir bygging av nýggjum dagstovni fyri einar átta - níggju milliónir krónur

Næsta ár fer Sørvágs Kommuna undir at byggja nýggjan dagstovn fyri einar átta- níggju milliónir krónur.
Eivin Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at bygdarráðið hevur samtykt at fara undir ein nýggjan dagstovn, sum skal húsa umleið 80-90 børnum. Talan verður bæði um vøggustovu- og barnagarðsbørn.
Tað er arkitektavirkið West Tech í Sørvági, sum ger skitsuprojektið, ið er í gongd. Tað er sama virki, sum stóð fyri dagstovnunum í Hvalvík og í Sandavági. Hesin, sum nú verður bygdur i Sørvági, verður eitt sindur størri enn teir báðir, sigur Eivin Jacobsen.
Í løtuni verður arbeitt við ábótum ymsastaðni í bygdini, greiðir borgarstjórin frá. Sørvágur hevur nógvan kommunalan veg. Helst meira enn 10 kilometrar, so har er nógv at halda. Asfalterað hevur verið har seinastu dagarnar. Onkur gamal bygningur er tikin niður, og økið fríðkað.
Eisini á havnarlagnum eru stórarbeiði gjørd, sigur borgastjórin. Í samband við, at fiskamóttøkan og uppboðssølan hava ætlanir um at flyta í onnur høli, er ymiskt gjørt við bryggjuna, umframt annað, ið hevði verið gjørt kortini, sigur hann.