Innsavaninin Konto Kosvo, ið Sjónvarp Føroya skipaði fyri leygarkvøldið, fekk góða undirtøku. Tað komu 2.077.360 krónur inn hetta kvøldið. Hetta merkir, at hvør einstakur føroyingur hevur latið 46 krónur til neyðstødd í Kosovo gjøgnum sendingina hjá SVF. Men uttan fyri yvirhøvur at kunna skipa fyri einari slíkari sjónvarpsinnsavnan, var neyðugt við stórum arbeiði, áðrenn peningurin kundi byrjað at streyma inn.
Áhugin ovurstórur
Ivan Niclasen, mentanarstjóri í SVF, sigur seg vera sera takksaman fyri tann ovurstóra vælviljan, ið varð sýndur tiltakinum. Hann sigur, at beinanvegin tað varð almannakunngjørt, at Sjónvarpið fór at skipa fyri einum tiltaki, at fáa til vega pening til neyðstødd í Kosvo, fóru fólk at ringja og bjóða seg fram at rætta eina hjálpandi hond, fyri at fáa sendingina at koyra.
Nógvir gestir vóru við til sendingina, og fyri at gestirnir skuldu kenna seg so væl sum møguligt, høvu sjálvboðin, borðreitt í kantinuni og úti í ganginum í sjónvarpshúsunum. Eisini høvdu sjálvboðin tikið sær av at gera kaffi til gestirnar.
Vónað men ikki væntað
? Vit høvdu vóna at innsavnanin fór at eydnast væl, men vit høvu ikki væntað, at úrslitið fór at gerast so mikið gott. Eg haldi, at vit hava nógv at takka fólki fyri, bæði teimum, ið lótu pening og teimum, ið hjálptu til við tiltakinum, sigur ein væl nøgdur Ivan Niclasen.
Mentanarstjórin í SVF heldur, at upphæddirnar, bodnar vórðu á uppboðssølunum leygarkvøldið, sýndu, hvussu stóran vælvilja føroyingar hava at hjálpa. Hann vísir millum annað á, at jakkin hjá Esmari fór fyri 20.00 krónur.
Fyritøkur stuðlaðu væl
Sosialurin frættir, at fleiri fyritøkur eisini stuðlaðu tiltakinum hjá SVF væl. Ikki bert tær fyritøkurnar, sum beinleiðis lótu pening til tiltakið, men eisini vóru fleiri fyritøkur við at stuðla tiltakinum á annan hátt. Til dømis stóðu ADJ-Sound fyri ljóðinum í sjónvarpsstovuni, og onkur radiohandil hevði sett sjónvørp upp í matarhøllini og í ganginu, so gestirnir til sendingina kundu síggja hvat fyrifórst, hóast teir ikki vóru inni í sjónvarpsstovuni.
Ivan Niclasen sigur, at uttan stóru vælvildina, ið bæði privat og feløg sýndu sjónvarpinum leygarkvøldið, hevði ikki borið til at skipað fyri slíkum tiltaki. Tí ynskir hann at takka øllum teimum, ið ein ein ella annan hátt stuðlaðu tiltakinum.